dk-ny   swe   no   uk  de   faroe   kinesisk

Um okkum

Ì CEKTOS hava vit serkunnleika innan metakognitiva terapi til at viðgerða sálarsjúkur hjá børnum, ungum og vaksnum.

Vit granska innan viðgerðarhættir, geva út bøkur, útbúgva serfrøðingar og veita viðgerð til ein stóran skara av klientum við metakognitivari terapi.

​​

Ert tú yrkislærdur?

CEKTOS veitir útbúgving og venjingar skeiðir, mennir teg til eins høgt støði sum teir leiðandi serfrøðingar innan metakognitiva viðgerð.

​​

Ert tú klienter?

CEKTOS bjóðar viðgerð (við ella uttan læknaávísing). Vit bjóða ráðgeving og metakognitiva viðgerð fyri einstaklingar og í bólkum (fyribils bert á donskum).

Um tær tørvar bráfangis hjálp, viðmæla vit privater viðtalur ella við sjúkratrygging í einum av okkara sálarstovum í Keypmannahavn, Aarhus ella Næstved.

Hundratals af klientum hava fingið stóra hjálp av okkara viðurkendu metakognitivu bólkaviðgerð, sum bert eftir 6 vikur geva klientum amboð til í stóran mun at lætta um eyðkenni innan tunglyndi, PTSD, OCD og angist.

Metakognitiva bólkaviðgerðin tók seg framm í samstarv við Adrian Wells professara og úrslitini eru sera lovandi. Fleiri túsund menniskir ið hava luttikið í bólkaviðgerð og gransking vísir at metakognitiv bólkaviðgerð hevur verðið enn meia virkin enn einstaklinga viðgerð.

Um tær tørvar ein metakognitivan sálarfrøðing, er tað umráðandi at sálarfrøðingurin hevur røttu royndirnar innan umráði tær tørvar hjálp til.

​​

Fá tað betri - skjótari

Metakognitiv viðgerð er ein nýggjur háttur at viðgerða sálarløstir uppá. Tað er ein stuttíðar viðgerð sum leggur dent á at minka um strategiir sum geva baksláttur og føra til enn størri angist, OCD, PTSD og tunglyndi. Hesar strategiir umfata fyrst og fremst grundan, at gjølla fylgja við tonkunum ella bera seg undan tonkunum.

Ein metakognitiv viðgerð fevnir vanliga um 5-8 viðtalur. Gjøgnum hesar viðtalur finnur tú aftur til tamarhaldi av tínum tankum. Løstir sum strongd, angist, OCD, PTSD ella tunglyndi verða allar drivnar av ávísum mátum at hugsa uppá. Tú lærir at brúka minni tíð uppá djúphugsan og stúranir um tínir tankar, soleiðis at eyðkennini gerðast minni og blíva burtur.

Metakognitiv viðgerð er viðmælt m.a av British National health service (National Institute for Health and Care Exellence, NICE) sum tann mest virkna viðgerðin innan generellan angist og PTSD. Umfatandi gransking stuðlar bretska heisluverkinum.

Um tú hevur spurningar, kanst tú seta teg í samband við okkara skrivara á tina.steenberg@cektos.dk ella ringja til okkum á +4527851692.

Nú tann metakognitiva viðgerðin gerst meiri og meiri útbreidd, er økjandi mongd av sálarfrøðingum, uttan at verða liðug útbúgvin innan viðgerðarhættin.

Tíðskil eigur tú at tryggja teg um at tann metakognitivi sálarfrøðingurin hevur fullført eina tvey-ára eftirútbúgving fra MCT-Institute.

Tú kunst síggja listan yvir góðkendar sálarfrøðingar á heimasíðuni hjá MCT Institute Danish Branch sum vísur allir sálarfrøðingar sum arbeiða í Cektos sum antin eru góðkendir MCT-sálarfrøðingar ella í gongd við útbúgvingina.

Listi yvir góðkendar metakognitivar sálarfrøðingar!

Klinikkleiðari Dr. Pia Callesen

Dr. Pia Callesen er ein av teimum mest útbúgvnu metakognitivu sálarfrøðingum í Danmark. Hon hevur meira enn 15 ára royndir innan kognitivari terapi og er serfrøðingur í tilgongdini. Hon hevur eisini fullført ta almennu 2-ára metakognitivu útbúgvingina í Manchester á tí Metakognitiva instituttinum og hevur eisini ein 1-ára yvirbygning við Masterclass frá Oxford við Adrien Wells professara. Ì endanum av 2016 gjørdi hon sín Phd á Fróðskaparsetrinum í Manchester. Doktara heiti fevnir um eina stóra kanning við tilvildarliga valgdum luttakarum, har granskað var í mun til hvussu virkin metakognitiv bólkaterapi er fyri tunglyndi.

Hon hevur gjøgnum árini javnan fingið individuella uppfylging og coaching fra Professara Adrien Wells, upphavsmanninum til MCT.

Pia Callesen bjóðar einstaklinga samrøður í Keypmannahavn, Aarhus og Næstved.

Email: pia.Callesen@cektos.dk

We are a member of

That's what our customers say

"Super professional psychologists, they are very skilled and sweet! Have soon had 12 times, the majority with Michelle! She is super skilled and has challenged me and taught me to be human again!"

- Nikolaj Amtoft Pihlman

"It has been an enriching course in teaching me 40 years of bad habit of dealing with the worries. An eye opener for me to decide for myself which way thoughts and feelings should go ..."

- Merry Andresen

"I feel really good, better than I have had

it for many years! I thought it was great,

that so few treatments can give so much!

I use the tools you have given me daily. ”

- Tidligere klient​

Contact Cektos today

Fill in the form on this page and we will contact you soon.

 
 
 
 
Nogle felter er ikke udfyldt korrekt

About the clinic​​

​As the first clinic in Denmark, we specialize in metacognitive therapy for the treatment of mental disorders and nervous conditions in children, adolescents and adults.

And

We treat a wide range of clients with, among other things, depression, anxiety, eating disorders, OCD and PTSD.​

Phone hours

Monday

09.00 - 14.00

​Tuesday

09.00 - 14.00​

Wednesday

09.00 - 14.00

Thursday

09.00 - 14.00

Friday

09.00 - 12.00

CEKTOS – København

​Borgergade 28, 4. sal

1300 København K - Hitta din väg

Tlf.: 55 73 48 49
E-mail: info@cektos.dk

CEKTOS – Aarhus

​Fredens Torv 8, 1. tv

8000 Aarhus C - Hitta din väg

Tlf.: 55 73 48 49
E-mail: info@cektos.dk

CEKTOS – Næstved

​Riddergade 7, 1. sal

4700 Næstved - Hitta din väg

Tlf.: 55 73 48 49
E-mail: info@cektos.dk